Ågot riggar til fiskiskap

Ågot riggar til fiskiskap
Ågot hevur verið á MEST til umvælingar síðan seinast í februar
Ågot aftur til fiskiskap
Mynd: savnsmynd  
 
21.10.2014 - 08:06

Garnaskipið Ågot, sum síðani seinast í februar er umvælt á Tórshavnar Skipasmiðju, kom á Klaksvík í gjárkvøldið, og í dag fer manningin at rigga skipið til fiskiskap, skrivar Norðlýsið.
Tað var 25. februar, at Ågot fekk stóran skaða, tá uppsjóvarskipið Slættaberg rendi inn í síðuna á Ågot, meðan Ågot lá við bryggju í Klaksvík. 
Síðani er skipið umvælt hjá MEST í Havn. Upprunaliga var ætlanin, at Ågot skuldi fara aftur til fiskiskap seinast í august, men tað er nakað seinkað.
Ågot fer aftur at royna eftir svartkalva við gørnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887