Andstøðuflokkar vilja hava fimm yvirtøkur 1.januar

Andstøðuflokkar vilja hava fimm yvirtøkur 1.januar
Tríggir flokkar vilja yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit og tveir uttanríkismál, verju og trygd um góðar tveir mánaðir
Uppskot um fimm yvirtøkur komu í løgtingið í gjár.
 
22.10.2014 - 07:58

1.januar næsta ár eiga føroyingar at yvirtaka útlendingamál og marknaeftirlit.

Tað halda Tjóðveldi, Framsókn og Sjálvstýrisflokkurin, sum hava lagt fram lógaruppskot um yvirtøkuna. 

Flokkarnir siga, at útlendingamál hava nú verið politisk, fyrisitingarlig og rættarlig fløkja í nógv ár.

Og í líka nógv ár hevur verið tosað um at yvirtaka málsøkið. Bæði sitandi samgonga og undanfarna samgonga hava ætlað at yvirtikið útlendingamálini og eftirlitið á føroysku landamørkunum.

Í lagi í Danmark

Og í Danmark hevur stjórnin ikki verið í móti yvirtøkuni.

Í 2009 undirskrivaðu Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Birthe Rønn Hornbech, ráðharri, felagsyvirlýsing um hesa yvirtøkuna.
    
Og longu í desember í 2003 vóru samráðingarnar og fyrireikingarnar til at taka útlendingøkið undir føroyska ábyrgd lidnar á embætismannastigi. Ein drúgv frágreiðing um málið varð eisini gjørd tá. 

Teir tríggir andstøðuflokkarnir, sum eiga nýggjasta uppskotið um yvirtøkuna, siga, at yvirtøkan fer at kosta landskassanum fimm milliónir krónur um árið. 

Men longu nú kostar Útlendingastovan 2,2 mió. kr., so 2,8 mió. kr. skulu afturat játtanini. 

Tjóðveldi og Framsókn skjóta eisini upp at yvirtaka uttanríkismál, verjumál og trygdarmál um góðar tveir mánaðir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010