Leita framvegis eftir kavbáti í skergarðinum

Leita framvegis eftir kavbáti í skergarðinum
Nú er annað russisk skip á veg til Svøríkis, skrivar svenska blaðið Expressen
 
22.10.2014 - 09:54

Leitanin eftir kavbátinum í svenska skergarðinum heldur fram sætta dagin á rað.

Nú er annað russisk skip á veg til Svøríkis, skrivar svenska blaðið Expressen.

Talan er eftir øllum at døma um granskingarskipið, Professor Logachev, sum hevur "hangar" til smærri kavbátar.

 

Horvið á radaranum

Skipið er í nátt fleiri ferðir horvið á radaranum, men hollendsk krígsskip sóu Professor Logachev, tá skipið var miðskeiðis í Eystursjónum.

Russiska oljutangaskipið, NC Concord, sum í fleiri dagar hevur ligið út fyri Stokkholmi, og sum hildið verður er móðurskip hjá kavbátinum, hevur samstundis sett kós móti Russlandi.

Villeiðandi slóð

Lektarin við svenska verjuakademiið, Tomas Ries, sigur, at hetta kann verða villeiðandi slóð frá russiskari síðu.

- Eg meti framvegis, at NC Concord hevur borið seg løgið at og kann helst setast í samband við virksemið undir vatnskorpuni í skergarðinum við Stokkhólm. At NC Concorde nú siglir aftur til Russlands, kann væl verða fráleiðingar-atgerð, sum russarar duga so væl, sigur Tomas Ries, og leggur aftrat, hetta merkir helst samstundis, at Professor Logachev yvirtekur leiklutin sum móðurskip, ella hevur eina aðra uppgávu í hesum sambandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964