Privatir pengar í politikkinum almannakunngerast

Privatir pengar í politikkinum almannakunngerast
Lógaruppskot um roknskaparskyldu hjá flokkunum og gjøgnumskygni í privatar pengar
Tjóðveldi vil hava, at politikarar, sum privat bera á lógvum, skulu upplýsa, hvaðani pengarnir koma.
 
22.10.2014 - 08:15

Veljarin eigur at vita, hvaðani valevni og flokkar fáa sínar pengar til eitt nú valstríð.

Tjóðveldi hevur gjørt eitt lógaruppskot um privatan stuðul til politiskar flokkar, løgtingslimir og valevni og um roknskaparskyldu hjá flokkunum.

Lógaruppskotið sigur, at flokkarnir skulu leggja fram roknskap, sum sigur millum annað, hvør gevur flokkinum og fólkum hansara pengar. 

Hámarkið fyri dulnevndum og privatum stuðli til flokkar er 3.000 kr., og 1.500 kr. til løgtingsfólk ella valevni.

Fer stuðulin upp um tað, skal tað upplýsast í roknskapi ella frágreiðing.  

Revsing fyri at lúgva

Og tað eigur, sambært lógaruppskotinum, ikki at loysa seg at geva skeivar upplýsingar í roknskapinum. 

Revsingin fyri tað kann fara upp í fýra mánaða fongsulsrevsing, stendur í lógaruppskotinum. 

Í dag er ikki álagt politiskum flokkum, løgtingslimum og valevnum at upplýsa alment um privatan stuðul. 

Almenningurin veit tí ikki um og í hvønn mun politiskir flokkar, løgtingslimir og valevni eru privat stuðlað og tí hava fíggjarligt tilknýti til privatar stuðlar, sigur Tjóðveldi.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672