Lesandi mammur fáa ikki fleiri pengar enn pápar

Lesandi mammur fáa ikki fleiri pengar enn pápar
Munur verður ikki gjørdur á kvinnum og monnum í útbúgving, sum fáa barnastuðul
Eingin ætlan er um at geva kvinnum meira í barnastuðli.
 
23.10.2014 - 10:59

Landsstýrið fer ikki at gera mun á kvinnum og monnum í útbúgving, sum eiga børn. Tey fáa eisini í framtíðini sama barnastuðul.

Skulu kvinnur hava størri stuðul enn menninir, verður skipanin fløkt at umsita, og foreldrauppgávan er felags ábyrgd hjá foreldrum, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, sum hevur svarað fyrispurningi frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni.

Bjarni Djurholm spurdi, hvussu nógv tað fer at kosta at geva kvinnum 1.000 kr. meira um mánaðin í barnastuðli.

Lestrarárið 2013/2014 fingu 620 lesandi barnastuðul frá Studna, 470 kvinnur og 150 menn. Tey eiga 1135 børn. Okkurt um 80 fingu serliga ískoytið, tí tey vóru stakir uppihaldarar. 

Tað hevði kostað 9,6 mió. kr. meira, um kvinnurnar skuldu fingið 1.000 kr. meira um mánaðin, sigur Bjørn Kalsø í svarinum. 
  

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964