Nøgdin av botnfiski tann sama sum í fjør

Nøgdin av botnfiski tann sama sum í fjør
Nøgdin av toski er tann sama, meðan veiðan eftir hýsu og upsa er minkað seks til sjey prosent
Mynd: in.fo  
 
23.10.2014 - 13:39

Nøgdin av botnfiski sum er landað fyrstu níggju mánaðirnar í ár, er á leið tann sama sum somu mánaðir í fjør.

Størsti vøksturin í nøgd er at finna í øðrum botnfiski, eitt nú longu, har nøgdin er vaksin góð 40 prosent í mun til í fjør, skrivar Hagstovan á heimasíðuni.

Tað sæst á virðinum á avreiðingunum, at prísirnir roynast eitt vet betri í ár enn í fjør. Yvirhøvur er avreiðingarvirðið nakað frægari á botnfiskinum í ár. Sjálvt um nøgdin á botnfiskinum ikki er frægari enn í fjør, so veksur virðið tó við 6%.
Fyrstu tríggir ársfjóðringarnir í ár geva eina ábending um, at feskfiskaveiðan í ár heldur ikki fer at hilnast væl. Afturgongdin, sum hevur verið í avreiðingunum seinastu árini, heldur fram.
Fyrstu 9 mánaðirnar í ár vórðu fiskað góð 53.000 tons av botnfiski, og selt var fyri 504 milliónir kr., sum er góðar 13 milliónir kr. meir enn í fjør, hóast nøgdin er á leið tan sama.
Verður samanborið við sama tíðarskeið undanfarin ár, so sæst, at veiðan fyri er vánalig. 
Nøgdin av botnfiski er støðugt minkað seinastu nógvu árini, og kann samanberast við vánaligu fiskiárini fyrru helvt av 90-unum. Veiðan nú er verri enn ringastu árini tá, sæst á heimasíðuni hjá Hagstovuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964