Donsk lóg í Føroyum stórt framstig í sálarfrøðini

Donsk lóg í Føroyum stórt framstig í sálarfrøðini
Sálarfrøðingar fegnast, nú lógin um løggilding er komin í Føroyum. Tað er eisini eitt framstig hjá viðskiftafólkunum.
Heilsumálaráðið upplýsir, at danska lógin um at løggilda sálarfrøðingar kom í gildi í Føroyum 12.oktober.
 
24.10.2014 - 08:10

Tað er eitt risastig framá, at danska lógin um løggilding av sálarfrøðingum nú eisini er galdandi í Føroyum, sigur felagið Føroyskir sálarfrøðingar.

Tað er umráðandi at staðfesta í lóg, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur. Higartil hevur so at siga hvør Hanus og Janus kunnað boðið seg fram sum sálarfrøðing. Tað ber ikki til longur, sigur felagið.

Nú er ásett við lóg, hvør kann brúka heitið sálarfrøðingur, hvør kann fáa løggilding sum sálarfrøðingur og hvørjar treytir, eitt nú um viðurkenda útbúgving, fylgja við løggildingini. 

Lógartrygd

Hetta merkir fyrst og fremst, at viðskiftafólk hjá sálarfrøðingi hava lógartrygd fyri tænastuna, tey hava biðið sálarfrøðingin um. 

Og tey hava eisini rætt til at kæra, um sálarfrøðiliga veitingin ikki er sambært lógini, ella um tey eru ónøgd við tænastuna. 

Sambært lógini hava sálarfrøðingar tagnarskyldu. Men lógin sigur eisini, at sálarfrøðingar hava víðkaða upplýsingarskyldu, til dømis tá talan er um børn, sum eru í vanda fyri at vera fyri umsorganartroti. 

Avgerðir í Danmark

Psykolognævnet í Danmark avger, hvør lýkur treytirnar fyri at kalla seg løggildan sálarfrøðing í Føroyum. Nevndin hevur eisini eftirlitið við sálarfrøðingum í Føroyum.

Aganevdnin hjá danska heilsuverkinum viðger kærur um sálarfrøðingar í Føroyum. 

Lógin um sálarfrøðingar kom í gildi í Føroyum 12.oktober.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964