Minna landsstýrismannin á at lækka prísir hjá SSL

Minna landsstýrismannin á at lækka prísir hjá SSL
Løgtingið hevur játtað hálva aðru millión til at lækka ferðaseðlaprísirnar ger Fíggjarnevndin vart við
Fíggjarnevndin vil hava Johan Dahl at lækka ferðaseðlaprísirnar sum skjótast.
 
24.10.2014 - 09:20

Nú eigur landsstýrismaðurin í vinnumálum at lækka ferðaseðlaprísirnar hjá Strandferðsluni.

Tað heldur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum, sum minnir landsstýrismannin á, at hálv onnur millión krónur er í fíggjarlógini til júst hetta endamálið, at lækka prísirnar.

Í álitinum um uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanir ger ein samd Fíggjarnevnd vart við, at í fíggjarlógini fyri 2014 er sett av hálv onnur millión til at lækka prísir á ferðaseðlum, og væntar nevndin at landsstýrismaðurin setur hetta í verk sum skjótast.

Minnilutin

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin, vil ikki taka 800.000 kr. av játtanini til at umvæla almennar bygningar, og minnilutin vil heldur ikki taka 200.000 kr. frá Útlendingastovuni, men brúka pengarnar til  integratiónspolitikk. 

Harafturat vil minnilutin heldur ikki lækka játtanina til barnaískoyti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585