Anita ger eftir boðunum

Anita ger eftir boðunum
Løgmaður hevur tikið avgerð um, at øll veiðu- og fiskiloyvi hjá garnaskipinum Anitu verða tikin aftur fyribils frá 1. november
 
25.10.2014 - 23:03

Anita ger eftir boðunum frá Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, og gevst at fiska fyri 1. november.

 

Tað sigur Sørin Christiansen, reiðari, eftir at reiðaríið fekk boð frá løgmanni um, at veiðiloyvið og fiskiloyvið fyribils verða tikin frá garnaskipinum.

 

Í viðmerking til avgerðina sigur løgmaður, at Vørn hevur staðfest álvarslig brot á lógina um vinnuligan fiskiskap og kunngerð um skipan av fiskiskapinum eftir havtasku og svartkalva við gørnum á føroysku landleiðini.

 

Vørn sendi í apríl Fiskimálaráðnum skriv, har mælt varð landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til, at veiði- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu, verða tikin aftur fyribils, til endaligur rættardómur fyriliggur í málinum.

 

Grundað á ógegni í Fiskimálaráðnum, varð viðgerðin av málinum flutt úr Fiskimálaráðnum til Løgmansskrivstovuna.

 

Eftir at hava viðgjørt málið, hevur løgmaður tikið avgerð um, at øll veiðu- og fiskiloyvi hjá fiskifarinum Anitu verða tikin aftur fyribils í tíðarskeiðinum frá 1. november 2014 og til endaligur dómur fyriliggur í revsimálinum, sum er ávegis í rættin.

 
Sørin Christiansen sigur, at reiðaríið í løtuni viðgerð støðuna. Hann hevur eingi boð fingið um, nær sakarmálið byrjar í rættinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672