Byggisamtyktin broytast fyri Eystaru bryggju

Byggisamtyktin broytast fyri Eystaru bryggju
Tórshavnar býráð samtykti í gjárkvøldið at broyta byggisamtyktina, so Skansabryggjan og Eystara havnarøki kunnu víðkast
163.000 fermetrar av havnarøki og 700 metrar av atløgusíðu fáast afturat sambært útbyggingarætlanini.
 
31.10.2014 - 09:04

Arbeiðið at fyrireika stóru útbyggingina á eystaru bryggju í Havn er nú komið so langt, at nú er klárt at broyta byggisamtyktina fyri økið.

Ætlanin er at víðka Skansabryggjuna og eystara havnarøki 163.000 fermetrar og gera 700 metrar av atløgubryggju.

Men neyðugt er at broyta almennu byggisamtyktina fyrst, so B1-havnarøki verður víðkað.

Og tað samtykti Tórshavnar býráð í gjárkvøldið.  

Árinini, sum útbyggingin fær á umhvøvið, eru kannað. Kanningin er send Umhvørvisstovuni til góðkenningar.

Yvirfriðingarnevndin hevur góðkent útbyggingina. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652