Havnin bjóðar vinnustykki á Skarðshjalla

Havnin bjóðar vinnustykki á Skarðshjalla
Hetta er tað, vinnan ynskir, og skjótt verða 18.000 fermetrar tøkir, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Fleiri grundstykki til vinnuna á Skarðshjalla
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
31.10.2014 - 07:42

Tað er vinunevndin hjá Tórshavnar býráð sum hevur tikið stifg til byggiætlanina á Skarðshjalla, har tey hava lagt 18000 fermetrar av til 17 grundstykki í ymiskum støddum. Stykkini vera frá 800 til 2500 fermetrar.

- Hetta er tað vinnan vil hava, og hetta fer at økja nógv um vinnumøguleikarnar í økinum, sigur borgarstjórin, Heðin Mortensen. Hann sigur eisini, at tað er helst eingin ivi um, at størsta vinnuliga útbyggingin næstu nógvu árini, fer at vera inni á Skarðshjalla.

Býráðið hevur játtað pening at gera stóra økið til smærri øki til virksemi hjá fyritøkum og virkjum annars. 
Økið er slættað, og nú verður farið undir at býta økið í smærri stykki, gera kloakkir og gongubreytir. Allar tekniskar veitingar verða gjørdar – bæði gøtuljós, fjarhiti, vatnveiting, streymur og telefonlinja, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.



Útstykkingin á Skarðshjalla er liður í arbeiðinum hjá kommununi at geva vinnuni so góðar karmar fyri virkseminum sum gjørligt. 

Útstykkingararbeiðið varð boðið út í vár í innbodnari útbjóðing og felagið Plan Sp/f stendur fyri arbeiðinum.



Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585