Fakfeløg: Varðveitið farloyvisskipanina í ALS

Fakfeløg: Varðveitið farloyvisskipanina í ALS
Feløgini í Samtaki og Starvsmannafelagið siga, at farloyvisskipanin hevur verið gagnlig, tí hon gevur fólki starvsroyndir
 
21.11.2014 - 13:53

Feløgini í Samtaki og Starvsmannafelagið mæla til at varðveita farloyvisskipanina í ALS.

Sambært uppskotinum Johan Dahl, landsstýrismanni, um at broyta lógina um ALS, skal farloyvisskipanin takast av. 

Samtak og Starvsmannafelagið, sum hava havt uppskotið til hoyringar, siga, at skipanin hevur riggað væl, og eigur at verða varðveitt.

Samtak sigur, at skipanin ger, at fólk, sum ikki eru á arbeiðsmarknaðinum, kunnu fáa starvsroyndir. Starvsvenjingin er ein lopfjøl, sum fleiri hava fingið gagn av. 

Skipanin er fíggjarliga neutral - tað er, at hon kostar einki - og tí er ikki neyðugt at taka hana av, uttan so at ein betri skipan verður sett í gildi, siga feløgini í Samtaki.

Gagnlig skipan

Starvsmannafelagið sigur, at farloyvisskipanin hevur verið gagnlig, og hevur tænt sínum endamáli. Hóast hon ikki verður brúkt so nógv í løtuni, er ikki rætt at taka hana av. Heldur eigur skipanin møguliga at verða endurskoðað og lagað til, sigur Starvsmannafelagið.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til uppskotið, sum í løtuni er til viðgerðar í vinnnevndini. 

Týsdagin eru Vinnuhúsið, fakfeløg, ALS-stýrið og Johan Dahl, landsstýrismaður, biðin um at koma á fund at siga sína hugsan um málið fyri nevndini. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Jambalaja 200424
173993
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887