Verri fong men betri prís

Verri fong men betri prís
Veiðan hjá føroyska feskfiskaflotanum er minkað nakað samanborið við somu tíð í fjør. Men virðið á tí veidda veksur.
Samanberingin vísir nøgd og virði, ið farið er um avreiðingarskipanina.
Mynd: Hagstova Føroya  
 
23.11.2014 - 11:47

Fyrstu 10 mánaðirnar í fjør avreiddu føroysk feskfiskafør, sum ikki royna eftir uppsjóvarfiski, 64.600 tons. Sama tíðarskeið í ár var fongurin bara 58.700 tons, ið er sløk 6.000 tons minni enn í ár.

Í fjør var veiðan verd slakar 550 milliónir krónur, men í ár var avreiðingarvirðið stívliga 560 milliónir krónur, hóast veiðan var 9 prosent minni í vekt enn í 2013.

Tað eru serliga toska- og hýsuprísurin, sum toga avreiðingarvirðið rætta vegin. Í miðal hevur upsaprísurin verið støðugur at kalla, men annar botnfiskur hevur eins og toskur og hýsa givið skipum og bátum meiri burturúr.

Hetta sæst í uppgerð hjá Hagstovu Føroya.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802