Neyvan møguleiki at brúka pengarnar í ár

Neyvan møguleiki at brúka pengarnar í ár
Uppskotið um sálafrøðiliga hjálp til miðnámsskúlanæmingar eigur at vera partur av fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, heldur samgongan
Poul Michelsen í Framsókn hevur skotið upp at játta 600.000 kr. til sálarfrøðiliga hjálp til miðnámsskúlanæmingar longu í ár
 
24.11.2014 - 07:57

Samgongan heldur tað vera skilagott at bjóða miðnámsskúlanæmingum sálarfrøðiliga hjálp.

Men kortini mæla samgongumenninir í Fíggjarnevndini løgtinginum frá at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen, løgtingsmanni í Framsókn, um at játta 600.000 kr. til slíka hjálp longu í ár.

Teir siga, at talan er um eitt eykajáttanaruppskot fyri 2014, og neyvan er nakar møguleiki at brúka pengarnar í ár. 

Betur hevði verið, um uppskotið var ein liður í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2015, sum er til viðgerðar í Fíggjarnevndini í løtuni.

Minnilutin í Fíggjarnevndini, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi, mælir til at samtykkja uppskotið hjá Poul Michelsen.

Arbeiðir við skipan

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, arbeiðir við einari skipan um sálarfrøðiliga hjálp til miðnámsskúlanæmingar, men hon er ikki liðug enn.  

Málið er ikki nýtt. Fyri tíggju árum síðani fekk Mentamálaráðið eitt álit um sálarfrøðiliga hjálp til miðnámsskúlanæmingar.

Í álitinum varð mælt til í minsta lagi at seta sálarfrøðing í hálvt starv 1.januar 2005.

Men tað varð av ongum. Og enn er eingin sálarfrøðingur settur burturav at hjálpa miðnámsskúlanæmingum, sum hava ilt í sálini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819