Skattatrýstið lækkað tvey prosentstig

Skattatrýstið lækkað tvey prosentstig
Síðani 1998 hevur skattatrýstið í Føroyum verið millum 44 og 46 prosent. Men í fjør fór tað niður í 42,4 prosent
 
26.11.2014 - 10:36

Skattatrýstið í Føroyum minkaði knappliga tvey prosentstig í fjør.

Tað upplýsir Hagstovan í dag.

Síðani 1998 hevur skattatrýstið í Føroyum verið millum 44 og 46 prosent. Men í fjør fór tað niður í 42,4 prosent. Orsøkin er, at BTÚ, bruttotjóðarúrtøkan, vaks 5,1 prosent samanborið við 2012, men skattainntøkurnar vuksu bara 0,6 prosent.

103 mió. kr. meira

Skatturin av lønum í fjør var tríggjar milliardir og 92 milliónir krónur, 103 milliónir meira enn í 2012. Vinnan rindaði góðar 250 milliónir í skatti í fjør, 64 milliónir meira enn í 2012. Skatturin av kapitalvinningi, so sum rentuinntøkum, fór niður í helvt. Og avgjald av kapitaleftirlønum minkaði ein  triðing.   

Tað sæst eisini aftur í landskassanum, at føroyingar keypa fleiri bilar. Skrásetingargjaldið gav 102 milliónir krónur í fjør, framgongdin var 21,4 prosent. 

Sosialu grunnarnir, ALS, Samhaldsfasti, Barsilsskipanin og Heilsutrygd, fingu 670 milliónir krónur í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584