Innbúgv: Prísurin vigar bert 40 prosent

Innbúgv: Prísurin vigar bert 40 prosent
Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal keypa innbúgv til nýggj skrivstovuhøli í Havn, men boðið verður ikki út á almenna keypsportalinum
Bárður Enni er stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, vísir aftur, at stovnurin ikki hugsar um pengarnar, nú skrivstovuinnbúgv skal keypast
 
12.12.2014 - 08:39

Tað gongur striltið hjá almennum stovnum at halda fokus á prísin, tá keypast skal inn. Herfyri valdi Taks at taka av dýrasta tilboðnum, tá tey skuldu keypa innbúgv til nýggju skrivstovuhølini á Skálatrøð.

Tá tað bleiv alment kent, at dýrasta tilboðið vann almenna útboðið, valdi Taks at annullera ordran.

Taks flutti herfyri út úr sínum hølum á Smyrilsvegi 7 í Havn. Soppur varð staðfestur í bygninginum. Nú er bygningurin umvældur - og ein nýggjur almennur stovnur flytur inn. 

Biðja um tilboð

Talan er um Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, sum flytr inn. Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal eisini keypa innbúgv til síni nýggju skrivstovuhøli - og um dagarnar vóru nakrar fyritøkur bidnar um at lata inn tilboð.

Men hóast nógv fokus varð sett á prísin í kjalarvørrinum á søguni við innbúgvinum til Taks, so vigar prísurin framvegis ikki meira enn 40 prosent av samlaðu myndini, nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan biður um tilboð. Í útbjóðingartilfarinum, sum útvarpið hevur fingið fatur á, verður víst á, at innkomnu tilboðini verða dømd eftir einum leisti, har prísur, snið og dygd hava týdning.

Ítøkiliga verður prísurin vektaður við 40 prosentum. Sniðið verður vektað við 25 prosentum. Og góðskan verður vektað við 35. prosentum. Harumframt verður víst til ymsar frymlar, sum vektað verður eftir. Og útbjóðingartilfarið er kravfest, soleiðis at tað lýkur standard-krøv.

Vinnan undrast

Fólk í vinnuni, sum útvarpið hevur tosað við, halda sum heild lítið um at PRÍSURIN verður vektaður somikið lágt. Tey vísa á, at tá prísurin ikki verður vektaður við meira enn 40 prosentum - ja, so er tað í veruleikanum tað sama sum at siga, at útbjóðarin so at siga hevur hevur frítt at velja millum tilboðini.

Hóast almenni keypsportalurin hevur verið virkin í meira enn eitt ár, so er innbúgvið til nýggju skrivstovuhølini hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni IKKI bjóðað út á keypsportalinum. Í staðin valdi stovnurin at biðja um tilboð frá fýra ymiskum fyritøkum.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, hevur sera fáar viðmerkingar til málið.

- Vit vilja hava samlaða pakkan, har prísur, snið og dygd øll hava týdning, sigur Bárður Enni.

Stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni vísir aftur, at hansara stovnur ikki hugsar um pengarnar, nú skrivstovuinnbúgv skal keypast.

Sami ráðgevi

Ráðgevi, bæði í málinum hjá Taks og aftur í málinum hjá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Sverri Heinesen.  Hann leggur tó sjógv millum seg og Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. 

- Ætlanin var, at eg skuldi standa fyri útbjóðingini. Men tá avtornaði vildi Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur sjálv standa fyri tí, sigur Sverri Heinesen.

Hann váttar tó, at hansara tilmæli lá nokk so tætt at tí, sum Heilsufrøðiliga Starvsstovan, tá avtornaði, valdi at bjóða út eftir.

Sambært Bárði Enni verða innkomnu tilboðini gingin ígjøgnum í løtuni, og fyrsta dagin verður støða tikin til tey .

..

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 16. apríl
Breddin: Tøkugjøld
173795
Týsdag 16. apríl
Morgunlestur týsdagur 16. apríl 2024
173393
Mánadag 15. apríl
Norðurljóð 15.apríl 2024
173750
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691
Sunnudag 14. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju
173682
Sunnudag 14. apríl
Sement 2024: 1. umfar (1:3)
173672