Matvørueftirlitið hjá ES kemur á eftirlitsvitjan

Matvørueftirlitið hjá ES kemur á eftirlitsvitjan
Endamálið við vitjanini er at eftirmeta heilsufrøðiligu viðurskiftini undir framleiðsluni av fiskavørum
 
19.12.2014 - 09:19

 

 

Matvørueftirlitið hjá ES hevur á eftirlitsvitjan tíðliga í vár. Tað skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan á síni heimasíðu

FVO (Food and Veterinary Office), sum er eftirlitsstovnur hjá ES, kemur á eftirlitsvitjan í Føroyum tíðliga komandi vár.


Endamálið við vitjanini er at eftirmeta heilsufrøðiligu viðurskiftini undir framleiðsluni av fiskavørum, her íroknað skeljadjór og at eftirmeta eftirlitið við dálkandi evnum og heilivágsleivdum. Vitjað verður á alibrúkum, fiskavirkjum, apoteksverkinum og á kanningarstovunum hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

FVO byrjar sítt eftirlit týsdagin tann 10. mars 2015 og endar mánadagin tann 16. mars 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851