Nýtt spælipláss í miðbýnum í Havn

Nýtt spælipláss í miðbýnum í Havn
Tórshavnar býráð hevur ætlanir um at gera eitt spælipláss í Grasagarði í Havn.
 
19.12.2014 - 09:06

Tórshavnar býráð hevur ætlanir um at gera eitt spælipláss í Grasagarði í Havn.

Býráðið samtykti í síðstu viku, at fara undir at gera økið klárt, og 850.000 vóru játtaðar av fíggjarkarminum til spæliplássið.

 

Neyðugt er at drena økið og leggja brunnar og rør, og eisini skal moldin gravast av verandi grasplenum. Síðani skal undirlagið byggjast uppaftur við stabilum tilfari og sandi. 

Tá hetta arbeiðið er gjørt fer kommunan, at bjóða út arbeiði at gera spæliplássið og veita spælitól. 

Mentamálanevndin í býráðnum hevur heitt á Byggi- og býarskipanarnevndin um at fara undir at fyrireika fýra nýggj spælipláss til børn í Tórshavn. 

 

"Stórur tørvur er á spæliplássum og mentannartilboðum til børn í Tórshavn og serliga í miðbýnum, og hetta er fyrsta stigið", sigur Helene Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini.

"Tá fyrireikingararbeiðið er gjørt, fer kommunan at taka støðu til, hvussu arbeiðið at gera spæliplássið skal skipast. Vit hava samskift við serfrøðingar um, hvussu spæliplássið skal innrættast, og vit ynskja at fáa nógv uppskot. Tí kann tað koma uppá tal, at útskriva eina hugskotskapping um, hvussu spæliplássið skal síggja út", sigur Helena Dam á Neystabø. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652