Fiskimannafelagið havt landsfund

Fiskimannafelagið havt landsfund
Samtykt varð, at geva sær sjálvum størri vald
Føroya Fiskimannafelag havt landsfund
Mynd: savnsmynd  
 
21.12.2014 - 09:53

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag varð hildin í Havn fríggjadagin. Har var samtykt at geva landsfundinum størri vald í framtíðini. Undirtøka var nevniliga fyri at strika grein 14 í lógum felagsins, sum sigur, at lógarbroytingar bert kunnu fremjast eftir frumatkvøðugreiðslu.

Men ásetingin kann ikki broytast fyrr enn hon er samtykt við atkvøðugreiðslu millum allar limir felagsins, og tá skulu tríggir fimntingar av teimum, sum greiða atkvøðu, atkvøða fyri broytingini.

Okkurt kundi bent á, at broytingin hevur ein møguleika at koma ígjøgnum frumatkvøðugreiðsluna eisini, tí á landsfundinum fekk uppskotið dyggan meiriluta. 38 atkvøddu fyri, ein ímóti, og seks atkvøður vóru blankar.

Eitt uppskot um at strika skipanina við sóknarformonnum fall við 21 atkvøðum ímóti og 20 fyri. Hetta uppskotið hevur verið fyri fyrr á landsfundi, men ongantíð hevur avgerðin, um at halda fast við hesa skipan, verið so tepur sum hesa ferð. 

Fyrr vóru tað sóknarformenninir, ið høvdu atkvøðurættin á landsfundunum, men henda skipanin bleiv broytt fyri nøkrum árum síðani, soleiðis at í dag hava allir møttir limir atkvøðurætt á landsfundi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851