Lækkaðu oljuprísirnir ávirka ikki ferðaseðlaprísin

Lækkaðu oljuprísirnir ávirka ikki ferðaseðlaprísin
Tað sigur Atlantic Airways, í viðmerking til tíðindini sunnukvøldið, har sagt varð, at felagið keypir olju til flogførini fyri 60 dollarar tunnuna.
Lækkaðu oljuprísirnir ávirka ikki ferðaseðlaprísin
Mynd: Savnsmynd  
 
22.12.2014 - 10:40

Men tað er skeivt, tí Atlantic Airways hevur gjørt fleiri oljuavtalur fyri 2015, og tær vóru undirskrivaðar, áðrenn oljuprísurin lækkaði munandi. 

Tí kunnu tær avtalurnar, sum Atlantic Airways hevur gjørt fyri 2015, ikki hava við sær lægri ferðaseðlaprísir, skrivar Atlantic Airways í viðmerking.

Atlantic Airways boðar frá, at felagið altíð ger langtíðaravtalur um olju fyri at tryggja seg ímóti sveiggjum í oljuprísinum. 

"Fyrimunurin við slíkum langtíðaravtalum er, at felagið hevur støðugar útreiðslur til brennievni, og at hesar útreiðslur ikki fara upp í loft, tá ið oljuprísurin ger tað. Vansin er, at vit ikki beinanvegin fáa gagn av brádliga lækkandi oljuprísi", sigur Jørgen Holme, stjóri í Atlantic Airways.

"Tað er ov tíðliga at siga nakað um, hvat hendir við ferðaseðlaprísunum í framtíðini. Latið okkum í fyrsta umfari vóna, at oljuprísurin verður verandi á nýggja lægra stiginum", leggur hann aftrat.  

Atlantic Airways hevur síðani síðsta summar lækkað ferðaseðlaprísirnar orsakað av lægri oljuprísum, og somuleiðis er dollarin vaksin í virði aftur. Tí er nettoeffektin av teimum lækkandi oljuprísunum í roynd og verur eitt sindur minni fyri Atlantic Airways, sigur Jørgen Holme. 

Prísurin fyri eitt tons av “jet-fuel”, sum er brennievni sum flogførini nýta, er í løtuni umleið 4.000 krónur, boðar Atlantic Airways frá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964