Vit skulu tryggja næmingunum orðabøkur

Vit skulu tryggja næmingunum orðabøkur
Klaksvíkar kommuna vil tryggja næmingunum í sínum fólkaskúlum atgongd til talgiltu orðabøkurnar, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri
Skorheim vil tryggja næmingunum í Klaksvík fríar orðabøkur
Mynd: savnsmynd  
 
22.12.2014 - 08:54

- Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar. Tað heldur Jógvan Skorheim borgarstjóri í Klaksvík, nú mentamálaráðið hevur avgjørt at steðga avtaluni, sum er við felagið Sprotan.

Um dagarnar kom fram, at Mentamálaráðið ikki vil halda fram við at gjalda Sprotanum fyri, at fólkaskúlanæmingar kring landið kunnu hava atgongd til orðabøkurnar á internetinum. Tí fer galdandi skipan úr gildi á nýggjárinum.

- Tað er sera óheppið, at landið svíkur sína skyldu, men tað skal ikki ganga út yvir næmingarnar í fólkaskúlanum. Tí mugu kommunurnar taka um endan. Tað hava vit gjørt fyrr, og tað mugu vit gera aftur nú, sigur Jógvan Skorheim. Orðabøkur eru ein týðandi partur av undirvísingini og menningini av føroyska málinum, og tí kunnu næmingarnir ikki missa atgongdina til orðabøkurnar á netinum, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í tíðindaskrivi.

Átaka kommunurnar í felag sær ikki kostnaðin fyri orðabøkurnar, fer Klaksvíkar kommuna at tryggja næmingunum í sínum fólkaskúlum atgongd til talgiltu orðabøkurnar við einari serstakari avtalu við Sprotan, endar Jógvan Skorheim tíðindaskrivið.

 

Les eisini: Kommunufelagið tryggjar skúlunum orðabøkur og: Vit hava ikki ráð at gjalda

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585