Bankastjórarnir hava nú onga ávirkan í Elektron

Bankastjórarnir hava nú onga ávirkan í Elektron
Sóleyð Maibritt Hofgaard hevur tikið sætið sum næstforkvinna í nevndini í Elektron fyri Súna Schwartz Jacobsen.
 
25.12.2014 - 16:14

Hetta er samstundis fyrstu ferð, at hvørki forstjórin fyri BankNordik ella Eik Banka eru í nevndini í Elektron.

Tað skrivar Vinnuvitan.

Janus Petersen, forstjóri í BankNordik, fór úr nevndini í juli í fjør, tá Árni Ellefsen loysti hann av.

Hvørgin av stóru bankanum hava nú ávirkan í nevndini í Elektron, og tað er ikki komið fyri fyrr.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819