10 ár síðani stóru flóðalduna

10 ár síðani stóru flóðalduna
Í dag eru 10 ár liðin síðani meira enn 230.000 fólk doyðu, tá flóðalda rakti Teiland, Indonesia, India og Sri Lanka.
 
26.12.2014 - 11:31

Í dag eru 10 ár liðin síðani meira enn 230-túsund fólk doyðu, tá flóðalda rakti millum annað Teiland, Indonesia, India og Sri Lanka.

Flóðaldan rakti Teiland annan jóladag í 2004, og tað vakti stóran ans í Norðurlondum, millum annað av tí at nógv ferðafólk úr Danmark, Noregi, Finlandi og Svøríki vóru í økinum.

880 skandinavar doyðu - har í millum 46 danir, 84 norðmenn, 179 finnar og 571 sviar.

Tað doyðu tilsamans 8.212 fólk í Teilandi, og 7.000 máttu flýggja frá húsi og heimi.

Men hóast mest hoyrdist til Teiland her á leiðum, var tað ikki har flestu offrini vóru.

Í Indonesia, sum var harðast rakt, doyðu 167.736 fólk, og meira enn hálv millión vórðu heimleys.

Í Sri Lanka doyðu 35.322 og har gjørdust meira enn hálv miljón fólk heimleys og í India doyðu 18.045 fólk og 640-túsund mistu hús og heim.

Tað var ein jarðskjálvti undir havbotninum uttanfyri norðaru helvt av indonesisku oynni Sumatra, sum var orsøkin til flóðalduna. Jarðskálvtin máldi 9,3 á Richterskalanum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585