Páll spyr Jacob um uppsjóvarskip

Páll spyr Jacob um uppsjóvarskip
Páll á Reynatúgvu vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppsjóvarfisi
 
26.12.2014 - 15:24

Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, vil hava at vita frá Jacobi Vestergaard, landsstýrismanni, hvørjar fortreytir skulu lúkast fyri at fáa loyvi at fiska uppsjóvarfisk.

Hann hevur sett landsstýrismanninum í fiskivinnumálum fyrispurning um málið. 

Páll á Reynatúgvu spyr, í hvørjum plássum í landinum uppsjóvarskip eru, um nøkur umsókn er komin úr Sandoynni at fáa uppsjóvarskip, og um tað er rímiligt, at Sandoyggin ikki fær tillutað uppsjóvarloyvi, tá onnur øki fáa loyvi.

Páll á Reynatúgvu sigur, at fyri vanliga føroyingum kann tað tykjast sum um, at mismunur verður gjørdur á teimum, sum vilja sleppa framat í fiskivinnuni, serliga uppsjóvarvinnuni.

Meðan summi stríðast í áravís fyri at sleppa fram at vinnuliga dreyminum, sigla onnur í eini handavending inn á føroysku grunnarar, sigur Páll á Reynatúgvu í viðmerkingunum til fyrispurningin 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819