Jan Pytlick heldur ikki fram sum landsliðsvenjari

Jan Pytlick heldur ikki fram sum landsliðsvenjari
Ein fráfaringaravtala er gjørd við Jan Pytlick, sum hevur staðið á odda fyri danska kvinnulandsliðnum í hondbólti síðan 1998
Mynd: dhf.dk  
 
28.12.2014 - 13:47

Fráfaringaravtalan er beinleiðis avleiðing av vánaliga úrslitunum, sum danska landsliðið fekk til EM í Kroatia-Ungarn fyrr í desember.

Donsku kvinnurnar gjørdust nummar 8, og seinastu úrslitini benda á, at danska kvinnulandsliðið fær verri og verri úrslit fyri hvørt endaspæl.

Jan Pytlick hevur vant donsku hondbóltskvinnurnar síðan 1998, og hevur eisini fingið góð úrslit. Í 2002 gjørdust tær evropeiskir meistarar og í 2004 máttu tær lata sær lynda at fáa silvur heiðursmerki. 

Fráfaringaravtalan við Jan Pytlick er galdandi frá 1. januar, og danska hondbóltssambandið veit enn einki at siga, um hvør verður nýggjur venjari hjá danska hondbóltsslandliðnum hjá kvinnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819