Ferð komin á sethúsasøluna í Føroyum
Ferð komin á sethúsasøluna í Føroyum
Húsameklarafyritøkan Skyn seldi met nógv hús í 2014. Hjá kappingarneytanum Inni klára tey í løtuni ikki at nøkta eftirspurningin eftir sethúsum
Ferð er komin á sethúsasøluna í Føroyum. Hús verða seld tvífalt so skjótt, og miðalprísurin er farin 400.000 krónur upp
10.01.2015 - 17:05
Tað gongur væl hjá húsameklarafyritøkum at selja sethús í Føroyum í løtuni. So mikið væl, at tann eina av teimum stóru meklarafyritøkunum í fjør setti met.
Í 2014 setti Skyn met, tá fyritøkan hevði 174 húsasølur um hendi. Skyn seldi 42 prosent fleiri sethús í 2014 enn fyritøkan gjørdi árið frammanundan, í 2013
Kappingarneytin letur eisini væl at
Eisini hjá kappingarneytanum longur uppi í miðbýnum í Havn, hjá húsameklarafyritøkuni Inni, er ferð komin á sethúsasøluna, sigur stjórin.
- 2014 royndist betri hjá okkum enn 2013. Høvuðsorsøkin er lága sethúsarentan, ið ger at fólk lættari fáa húsalán, sigur stjórin, Kára á Dunga.
Tað er serliga í Havn, at báðar húsameklarafyritøkurnar selja nógv sethús. Nógv hús verða í løtuni eisini seld í Klaksvík, Eysturoy og Norðurstreymoy.
Sethús dýrkaði 400.000 krónur
Samstundis sum bæði Skyn og Inni boða frá, at tað gongur væl at selja sethús í Føroyum, serliga í høvuðsstaðarøkinum, fer prísurin eisini uppeftir.
- Eini sethús í Havn verða seld fyri 400.000 krónur meira nú í mun til fyri einum ári síðan, sigur Kára á Dunga, stjóri í húsameklarafyritøkuni, Inni.
Miðalprísurin fyri eini sethús í Havn var 1.900.000 krónur fyri einum ári síðan. Nú er miðalprísurin farin uppá 2.300.000 krónur.
Tvífalt so skjótt at selja sethús
Fyri einum ári síðan stóðu sethús í Havn á sølulista í umleið eitt hálvt ár, áðrenn tey vórðu seld. Tann gongdin er eisini broytt hetta seinasta árið.
- Nú er tað tvífalt so skjótt hjá okkum at selja eini sethús. Miðaltíðin, hús standa til sølu, er nú umleið tríggjar mánaðir, sigur stjórin í Inni, Kára á Dunga.
Høvuðsorsøkin, til at sethús nú verða seld tvífalt so skjótt, er, at eftirspurningurin eftir sethúsum í Havn í løtuni er munandi størri enn útboðið er, og tá gongur skjótt at selja, sigur stjórin í Inni.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887