Fyri tríggjar milliardir krónur í aldum laksi

Fyri tríggjar milliardir krónur í aldum laksi
Alifiskur var næstan helvtin av føroyska útflutninginum í fjør. Tølini til 1.desember eru kunngjørd
Laksur er størsta útflutningsvøra hjá Føroyum.
 
21.01.2015 - 08:05

Føroyar útfluttu aldan laks fyri okkurt um tríggjar milliardir krónur í fjør.

Hagstovan kunngjørdi í gjár nýggjastu tølini um útflutningin í fjør, men tá er desember ikki við.

Alifiskur átti næstan helvtina av útflutninginum.

Alifiskur fyri 2,7 mia. kr. varð útfluttur til 1.desember, fyri 452 milliónir krónur meira enn í 2013. Vøksturin er 20 prosent.

Til 1.desember vórðu útflutt 61.632 tons av laksi, 13 prosent meira enn í 2013.   

Útflutningurin av uppsjóvarfiski minkaði 168 milliónir krónur í fjør sammett við árið fyri.  

Færri tons, fleiri milliónir

Samanumtikið fekst meira fyri útflutta fiskin í fjør enn í 2013. Tonsini vóru 14.000 færri í fjør, men milliónirnar vóru 238 fleiri enn í 2013. 

Til 1.desember í fjør útfluttu Føroyar fyri fimm milliardir og 820 milliónir krónur, sum vóru 127 milliónir meira enn fyrstu 11 mánaðirnar í 2013.
      

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 24. apríl
Skratsj 24. apríl 2024
174183
Mikudag 24. apríl
RagnarRokk: Dr.Dead um Hey Living People
174175
Mikudag 24. apríl
Góðan morgun Føroyar
174167
Mikudag 24. apríl
Morgunlestur mikudagur 24. apríl 2024
173996
Týsdag 23. apríl
LEITISSTEIN 23.04.2024 (Óli Poulsen)
174142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010