Neistin javnaði í síðsta sekundi

Neistin javnaði í síðsta sekundi
Báðir mansdystirnir endaðu við javnleiki. Neistin spældi fyri løtu síðani javnleik móti H71 og Kyndil og VÍF spældu somuleiðis javnleik í gjár
 
25.01.2015 - 17:30


Neistin og H71 spældu fyri løtu síðani javnleik 22-22 í høllini á Nabb. Rói Berg Hansen javnaði við brotskasti í síðsta sekundi, eftir at H71 hevði verið frammanfyri meginpartin av dystinum.

Tá tólv minuttir vóru eftir var støðan 20 -17 til H71, sum sá út til at fara at fáa ein sigur sum útgangsstøði til seinnu hálvfinaluna.

Men Neistin kempaði víðari, og megnaði við tveimum málum tveir teir seinastu minuttirnar, at vinna sær ein javnleik.

Seinna hálvfinalan verður spæld hóskvøldið í høllini í hoyvík.
 

Kyndil fekk eisini javnleik í evstu løtu


Mansliðið hjá Kyndli spældi javnleik 23-23 móti VÍF í gjár, hálvleiksstøðan var 6-11 til VÍF.

Síðstu minuttirnir vórðu teir avgerandi í dystinum fyri Kyndil, tí hóast VÍF eitt skifti var á odda við 6 málum, so megnaði Kyndil at hála seg inn á VÍF. 


Tá 35 sekund vóru eftir at spæla var støðan 22-23 og Kyndil hevði bóltin. Tá bert 10 sekund eru eftir skoraði David Edvardsen fyri Kyndil, 23-23. VÍF fekk síðsta álopið í dystinum, men tíverri fyri vestmenningar spírdist einki burturúr tí. 

Dysturin endaði við javnleiki 23-23 og alt verður nú avgjørt í seinnu hálvfinaluni í vestmanna nú mikukvøldið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 17. apríl
LEITISSTEIN 16.04.2024
173874
Mikudag 17. apríl
Skratsj 17. apríl 2024
173859
Mikudag 17. apríl
Morgunlestur mikudagur 17. apríl 2024
173394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819
Týsdag 16. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
173802
Sunnudag 14. apríl
Hin rusuti á Aconcagua - teknmálstulkað
173691