Kanna um tað loysir seg at strika punktgjald

Kanna um tað loysir seg at strika punktgjald
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er farin undir at kanna, um tað ikki loysir seg fyri landskassan at strika punktgjaldið á ymsum vørum
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur, at hann nú fer at tosa við flokkarnar í samgonguni um tað loysir seg at strika punktgjaldið á ymsum vørum
 
30.01.2015 - 12:30

<p>Jørgen Niclasen sigur, at hann nú fer at tosa við flokkarnar í samgonguni um málið. Hann vil ikki siga, hvørjar vørur, hann hugsar um, men í fjør summar nevndi Jørgen Niclasen smyrsl og luktilsi í samrøðu við Sosialin.</p>

<p>Endamálið við at strika punktgjaldið er at fáa fleiri pengar í landskassan, tí uttan punktgjald verða fleiri vørur seldar, og tað gevur landskassanum meira í meirvirðisgjaldi.</p>

<p>Fyri tíggju árum síðani varð punktgjaldið, sum eisini verður kallað luksustollur, strikað á sjónvarpstólum, útvarpstólum og øðrum slíkum tólum.</p>

<p>Tað gjørdi ikki, sigur Jørgen Niclasen, at landskassin misti pengar, tí fleiri tól vórðu seld, og tað gav landskassanum meira í meirvirðisgjaldi. Tað sama hendi við fløgum.</p>

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584