Hvussu er at vera pápi í 2015

Hvussu er at vera pápi í 2015
Hvønn týdning hevur pápaleikluturin havt ígjøgnum tíðirnar - ein evnisdagur skal lýsa støðuna hjá pápanum
 
31.01.2015 - 14:35

Nú skal pápin setast í sentrum við við einum evnisdegi, har leikluturin hjá pápanum skal lýsast. Spurningar sum vera settir eru m.a. 

 Hvussu er at vera pápi í 2015?

 Hvønn týdning hevur pápaleikluturin havt ígjøgnum tíðirnar?

 Hvønn týdning hevur tilknýtið ímillum pápa og barn og hvørjar avbjóðingar kunnu vera í hesum tilknýtinum?

Tað er danin Svend Aage Madsen sum er leiðandi sálarfrøðingur á Ríkissjúkrahúsinum og hevur í meira enn 10 ár staðið á odda fyri granskingini innan pápaøkið, sum fer at svara hesum spurningunum

Svend Aage Madsen hevur m.a. granskað í viðurskiftunum: Menn sum pápar, menn og barnsburður, menn og tilknýtið til pinkubørn, tá menn gerast pápar og pápar og burðartunglyndi. 


Evnisdagurin verður á Østrøm 20. februar og er viðkomandi fyri øll, sum starvast við børnum og ungum innan øll økir og annars tey, sum hava áhuga fyri evninum, siga stigtakarnir, sum kalla seg fá5 - hetta er Fakligt áhugafelag fyri sjúkrarøktarfrøðingar, sum arbeiða við børnum og ungum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851