Gylt ár hjá nótaflotanum

Gylt ár hjá nótaflotanum
Aktivini hjá trimum nótareiðaríum eru økt 1,3 milliard krónur síðani Føroyar slitu makrelavtaluna. 10 familjur eru blivnar 720 milliónir ríkari

02.02.2015 - 14:45

Avgerðin um at slíta strandalandaavtaluna og áseta Føroyum egna makrelkvotu, hevur verið gylt hjá føroyska nótaflotanum.

Ein gjøgnumgongd av roknskapunum hjá trimum teimum størstu feløgunum í uppsjóvarvinnuni vísir, at feløgini hesi árini hava vaksið seg til risar í føroyskum vinnulívi.

Árini frá 2009 til 2013 eru aktivini í hesum trimum feløgum økt við einari milliard og 300 milliónum krónum.

Varðin størstu framgongdina

Størstu framgongdina hevur samtakið Varðin í Gøtu. Í 2009 - sum var síðsta árið áðrenn Føroyar brutu seg burturúr strandalandaavtaluni - átti felagið aktiv fyri 546 milliónir.

Í 2013 vóru aktivini ein milliard og 342 milliónir krónur. Vøksturin er 246 prosent. Sama tíðarskeiðið er eginognin vaksin úr 250 milliónum upp í 647 milliónir.

Felagið Palli hjá Mariannu - sum byggir sítt virksemi á nótaskipini Norðborg og Christian í Grótinum - hevði í 2009 aktiv fyri 485 milliónir krónur - í 2013 vóru aktivini 845 milliónir. Vøksturin er 75 prosent. Hesi fýra árini er eginpeningurin farin úr 145 milliónum upp í 398 milliónir krónur.

Framherji hevði í 2009 aktiv fyri 500 milliónir - í 2013 vóru aktivini 647 milliónir. Vøksturin er 30 prosent. Eginognin í hesum smápartafelag var í 2009 góðar átta milliónir - í 2013 var eginognin 117 milliónir krónur.

Trý reiðarí aktiv fyri 2,8 milliardir

Tilsamans hava hesi trý reiðarí - Varðin, Palli hjá Mariannu og Framherji - aktiv fyri 2,8 milliardir krónur sambært 2013-roknskapunum. Ein vøkstur á 1,3 milliard krónur eftir fýra árum.

Til samanberingar er samlaða skuldin í hesum trimum reiðarí-samtøkum 1,4 milliard. Eginpeningurin er nærum trýfaldaður - úr 403 milliónum upp í 1162 milliónir.

Hyggja vit eftir, hvør eigur hesi virði, so er talan um ein sera avmarkaðan skara.

11 persónar eiga Varðan

Flestu, av teimum 11 persónunum, ið eiga Varðan, eru búsitandi í Gøtu:

Malena Jacobsen, Tummas Thomsen, Arni Hansen, Kári Hansen, Frits Thomsen, Jógvan Dávid Jacobsen, Pól Øregaard Jacobsen og Jógvan Petur Hentze, øll búsitandi í Gøtu, umframt Jaspur Hansen í Saltangará, John Martinson Jarnskor í Havn og Bogi Jacobsen í Sandavági.

Taka vit hædd fyri nærmastu familjubondum - til dømis faðir og sonur ella tveir brøður - so minkar eigaraskarðin í Varðanum niður á átta familjur.

Reiðarísamtakið Palli hjá Mariannu er ein familjufyritøka burturav. Eigarar eru Christian Martin Rasmussen og synirnir Jón, Eyðun og Bogi Rasmussen.

Framherji hevur ein, føroyskan eigara, umframt íslendska Samherja, sum eigur ein triðing av samtakinum - talan er um Anfinn Olsen í Fuglafirði.

10 familjur blivnar 720 milliónir ríkari

Samanumtikið er tí talan um 10 føroyskar familjur, sum eftir fýra árum hava økt um sítt vinnuliga virksemi við 1,3 milliard og nú umsita virði fyri 2,8 milliardir krónur.

Hesar 10 familjur eiga fyritøkur, sum hava ein bókaðan eginpening á 1162 milliónir krónur. Hesar 10 familjur eru síðstu fýra árini blivnar 720 milliónir krónur ríkari.

Tá er bara ein brotpartur av virðismiklu uppsjóvarkvotunum, ið reiðaríini fáa útlutað sum eginkvotur á hvørjum ári, virðisásettar í roknskapunum.

Bara í 2013 høvdu tey trý reiðarí-samtøkini - Varðin, Palli hjá Mariannu og Framherji - tilsamans 217 milliónir krónur í yvirskoti. Roknskapirnir fyri 2014 eru enn ikki lidnir og almannakunngjørdir, men alt bendir á, at árið í fjør var betri enn 2013.

Í kvøld kemur fyrsta av trimum sendingum um føroysku fiskivinnuna. Fyrsta sendingin ber heitið "Landsstýrisútnevndir milliardingar" og lýsir avleiðingarnar av at Føroyar í 2010 fingu eina milliardainntøku við at áseta sær eina størri makrelkvotu.

Sendingin er á skránni í sjónvarpinum, beint eftir Dag & Viku.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584