Fýra fólk fingið heiðurin "Ársins fyrstahjálpari"

Fýra fólk fingið heiðurin "Ársins fyrstahjálpari"
Reyði Krossur Føroya hevur valt tey fýra Arndis Nicolajsen, sála, Sólrun Ørvarodd, Niels Juul Olsen og Jónu Nicolajsen til ársins fyrstuhjálparar
 
13.02.2015 - 11:00

Saman fáa tey heiðurin at verða kosin Ársins Fyrstahjálparar, tí tey bóru sera skjótt at við at veita lívbjargandi fyrstuhjálp tá Hans Falkvard Hansen, fall í óvit í mai í fjør - orsakað av hjartatilburði.

Sjálvur sigur Hans Falkvard Hansen soleiðis frá tilburðinum, ið hendi á kaiini í Skopun í sambandi við Team Rynkeby súkling: “Eg súkklaði oman á havnalagið í Skopun henda góðveðurs morgun, súkklaði inn á parkeringsplássið á kaiini, men so bleiv alt svart. Eg minnist tí einki um tað megnararbeiði, sum tey 4 omanfyrinevndu gjørdu fyri at bjarga mær lívinum. Hjartað var steðgað, og í tveimum ella trimum umførum stríddust tey fyri at fáa lív í meg aftur. Sólrun Ørvarodd, sjúkrarøktarfrøðingur, byrjaði at geva mær kunstigan andadrátt, so skjótt eg var smallin um. Niels Juul Olsen, bussførari, leyp til og gav mær hjartamassagu. Arndis Nicolajsen, fór niðan í Telebúðina í Skopun eftir hjartastartaranum, samstundis sum hon ringdi til dóttur sína, Jónu, sum er portørur. Hon kom beinanvegin á staðið og brúkti hjartastartaran, tá tey tvær ferðir til fánýtis, høvdu roynt at fáa lív í meg. Nú bragdaði, og lív rann í meg aftur. Hjartaligt nærlagni, hepni og kønar hendur bjargaðu mær.”

Reyði Krossur tilnevnur hesi fýra Ársins Fyrstahjálparar, tí tey hava givið góða fyrstuhjálp og samstarvað sera væl. Tey komu skjótt í gongd við at geva hjarta-lungna-bjarging, HLR, og tað at hjartastartari skjótt kom á staðið, hevur verið við til at bjarga Hans Falkvard Hansen.

Sigurd Jan Tavsen er tilnevndur sum nummar tvey, Jennleyg Kallsoy sum nummar trý og Jónstein Petersen sum nummar fýra. Tey hava øll trý á ymiskan hátt víst stórt dirvi og hava verið við til at bjarga mannalívi.

Hetta er trettanda ferðin Reyði Krossur Føroya heirðar Ársins Fyrstahjálpara. Reyði Krossur Føroya tilnevndi fyrstu ferð Ársins Fyrstahjálpara fyri 2001, og síðani hevur hetta verið ein fastur táttur at varpa ljós á týdningin av kropsligu og sálarligu fyrstuhjálp.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Breddin: Tilfeingisgjald og Orkukeldur
174104
Týsdag 23. apríl
Góðan morgun Føroyar
174099
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010