Andstøðan á fund í komandi viku

bannari
Andstøðan á fund í komandi viku
Andstøðan fer væntandi at fáa fundarboð frá landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum í komandi viku um eina fiskivinnunýskipan
 
14.02.2015 - 15:42

Andstøðan sendi landsstýrismanninum bræv næstseinasta fríggjadag, har hon bað um at allir flokkar í felag samráðast um fiskivinnunýskipanina.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum hevur ikki svarað brævinum frá andstøðuni, men sigur í dag við útvarpið, at hann fer at bjóða andstøðuni á fund í vikuni, og at tað væntandi verður í seinni helvt av vikuni.

Í brævinum, sum Sjálvstýrisflokkurin, Framsókn, Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi sendi landsstýrismanninum, skrivaðu flokkarnir, at teir vildu hava, at samgongan er opin um ta semju, sum hon hevur gjørt, og at flokkarnir fáa alt neyðugt tilfar og greiningar. Men landsstýrismaðurin vil í dag ikki svara ítøkiliga um hann fer at leggja nakra semju fyri andstøðuna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652