Russland er ein vandi fyri londini vestanfyri

Russland er ein vandi fyri londini vestanfyri
Fyrrverandi bretski fregnartænastuovastin John Sawers sigur, at Bretland má gera seg til reiðar at verja Baltalondini.
Støðan í Ukraina er tekin um, at størri ósemjur við Russland kunnu vera á veg,
Mynd: Savnsmynd  
 
28.02.2015 - 10:17


Russland er vorðið ein vandi, og Bretland eigur at fyrireika seg at skula verja seg og sínar sameindu.

Tað sigur John Sawers, ið nýliga er farin frá sum leiðari fyri fregnartænastuna MI 6, ið hevur útlond sum sítt arbeiðsøki.
 
Hann heldur, at londini vestanfyri eiga at samskifta meira við Russland, men samstundis er Russland vorðið ein størri hóttan. Ikki neyðturviliga móti Bretlandi beinleiðis, men ímóti londum, sum ligggja nærri Russlandi, og sum Bretland - saman við hinum NATO londunum - hevur tikið á seg ábyrgdina av at verja. Tá verða serliga Baltalondini - Estland, Letland og Litava - havd í huga.

John Sawers kemur við viðmerkingum sínum nú eitt ár er síðani bardagarnir byrjaðu millum ukrainska stjórnarherin og russiskt sinnaðu uppreistrarliðini í eystara parti av Ukraina.

- Vit skulu ikki halda, at Russlandi er ávegis ímóti størri fólkaræði, tvørturímóti sigur John Sawers. Og tann javnvág, sum kalda kríggið eftir seinna heimsbardaga gav, broytist.

- Kreppan í løtuni er kring Ukraina, men Ukraina er ikki veruligi trupulleikin.

- Trupulleikin er, at Russland kennir seg hótt, og atgerðir Vladimir Putins vísa, at hann heldur trygd sína standa uppá spæl, sigur John Sawers við BBC.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964