Allir flokkar viðgera fiskivinnunýskipan

bannari
Allir flokkar viðgera fiskivinnunýskipan
Fundur varð settur í Fiskimálaráðnum klokkan níggju. Andstøðuflokkarnir halda tað vera best at umrøða ætlanina í felag
 
03.03.2015 - 09:04

Nú klokkan níggju hittast allir teir politisku flokkarnir á fundi í Fiskimálaráðnum at umrøða nýggju fiskivinnuskipanina, sum ætlanin er at seta í verk.

Andstøðuflokkarnir hava biðið um fundin, tí flokkarnir halda tað vera best at umrøða ætlanina í felag.

Andstøðuflokkarnir hava frammanundan hvør sær verið á fundi í Fiskimálaráðnum, men hetta er fyrsti fundurin, har allir flokkar eru saman.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur biðið umsitingina um at gera eitt uppskot til eina nýggja fiskivinnuskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819