Jóhan á Plógv Hansen skiftir felag

Jóhan á Plógv Hansen skiftir felag
Jóhan á Plógv Hansen skiftir í summar til størri felag. Hann skal umboða Bjerringbro/Silkeborg
 
03.03.2015 - 12:49

Jóhan á Plógv Hansen hevur skrivað trý ára sáttmála við Bjerringbro/Silkeborg.

Felagið er í løtuni á triðja plássi í fremstu hondbóltskappingini í Danmark.

Bjerringbro/Silkeborg ivast ikki í, at tey hava fingið fatur á einum góðum spælara.

Heimasíðan hjá felagnum skrivar soleiðis:

Et af de allerstørste fløjtalenter i dansk håndbold skal fra næste sæson og tre år frem tørne ud for Bjerringbro-Silkeborg.

Det er den 20 årige højre fløj Johan Hansen, der fra næste sæson skifter Skanderborg ud med Bjerringbro-Silkeborg med målet om at tage et skridt op af den karrieremæssige stige.

Vildi royna okkurt nýtt

Jóhan á Plógv Hansen sigur, at hann hevur spælt fyri Skanderborg síðan hann var sekstan ára gamal, og tíðin var komin til at royna okkurt nýtt.

- Hetta er ein stórur møguleiki hjá mær, nú eg sleppi at spæla fyri eitt toppfelag í Danmark, sigur Jóhan á Plógv Hansen.

21 ára gamli vongurin hevur longu umboðað danska U-21 landsliðið, og hann heldur, at hann nú er eitt fet nærri dreyminum um at umboða A-landsliðið.

Jóhan á Plógv er toppskjútti hjá Skanderborg við 81 málum. Hann skiftir til Bjerringbro/Silkeborg 1.juli. Sáttmálin er galdandi til 2018.

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585