Makrelfiskiskapur í 2011 fyri landsrættin

Makrelfiskiskapur í 2011 fyri landsrættin
Ákæruvaldið vil hava, at fýra skip missa allan reiðskapin, sum tey høvdu umborð, tá tey fiskaðu makrel á stongdari leið
 
03.03.2015 - 12:00

Fyrst í næstu viku fer Eystari landsrættur at viðgera makrelfiskiskap í einum stongdum kassa norðanfyri á sumri í 2011.

Fyrst í februar í fjør fingu fýra skiparar 150.000 kr. í bót hvør, og Føroya rættur avgjørdi, at hald skuldi leggjast á reiðskap og veiði hjá fýra skipum fyri tvær milliónir og 175.000 kr.

Flakatrolarin Vesturvón og uppsjóvarskipið Finnur Fríði trolaðu saman, og flakatrolarin Gadus og uppsjóvarskipið Næraberg trolaðu saman í stongda kassanum.

Í Føroya rætti helt ákæruvaldið uppá, at kassin var stongdur fyri allari trolveiðu yvirhøvur. Verjin hjá skiparunum segði, at forboðið bara var galdandi fyri botnfisk, ikki fyri uppsjóvarfisk.

Men Føroya rættur gav ákæruvaldinum viðhald.

Krevja frídøming

Ákærin kravdi eisini, at skipini mistu allan reiðskapin, tey høvdu umborð, eisini reiðskapin, tey brúka til dømis í Barentshavinum. 

Men her fekk verjin viðhald. Hald varð bara lagt á reiðskapin, sum skipini brúktu á stongdu leiðini. Og ta avgerðina skeyt ákæruvaldið síðani inn fyri Landsrættin.

Og skipararnir og reiðaríini hava síðani kontraappellerað við kravi um frídøming, tí forboðið at fiska í kassanum norðanfyri sambært teimum bara var galdandi fyri botnfisk.

Munurin á virðinum á reiðskapinum, sum varð brúktur í stongda kassanum, og øllum reiðskapinum, skipini høvdu, er 2,4 mió. kr. 

Landsrætturin hevur sett mánadagin og týsdagin av til málið um makrelfiskiskapin í stongda kassanum fyri skjótt fýra árum síðani.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964