- Tíðindi, mentan og ítróttur
Stine Bosse nýggj forkvinna í BankNordik
BankNordik fær nýggjar nevndarlimir á næsta aðalfundi.
Nevndarformaðurin, Klaus Rasmussen, næstformaðurin, Jens Erik Christensen, Niels Vestermark og Nils Sørensen leggja frá sær.
Tveir partaeigarar, Fíggingargrunnurin frá 1992 og Henrik Lind Invest ApS, skjóta upp at at velja hesi í nevndina á aðalfundinum: Stine Bosse, fyrrverandi forstjóri í Tryg, er í uppskoti at gerast forkvinna, Rúni Vang Poulsen, forstjóri í Smyril Line, Súsanna Poulsen, forstjóri í Hjelmeland Sparekasse í Noregi, umframt Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nótaskip.
Jógvan Jespersen hevur áður sitið í nevndini fyri gamla Føroya Banka.
Klaus fegnast um Stine
Fráfarandi nevndarformaðurin, Klaus Rasmussen, sigur, at tað er gleðiligt, at tað hevur eydnast at fáa Stine Bosse í nevndina.
- Hon hevur staðið á odda fyri eini av størstu fíggjarligu fyritøkunum í Norðanlondum, og síðani i sitið í nevndini fyri størsta norðurlendska bankanum, Nordea, umframt í eini av størstu fyritøkunum í Evropa, týska fíggjarsamtakinum Allianz. Tað sigur ikki so lítið um bankans sterku støðu, at hon vil átaka sær at bera stafettina víðari, sigur Klaus Rasmussen.