#‎FaroeIslandsEclipse‬: Vís okkum tínar myndir

bannari
#‎FaroeIslandsEclipse‬: Vís okkum tínar myndir
Vit vilja fegin síggja tínar myndir, tá sólarmyrkingin verður 20. mars 2015. Sí her, hvussu tú skalt gera, so tínar myndir verða vístar á kvf.fo
Vit ætla okkum at gera higartil størsta myndasavnið í Føroyum á netinum. Tí vilja vit fegin síggja tínar myndir frá sólarmyrkingini 20. mars. Sí her, hvussu tú skalt gera
Mynd: sxc.hu  
 
18.03.2015 - 20:30

Vit ætla at gera Føroya higartil størsta myndasavn á netinum. Tí vilja vit fegin eisini síggja tínar myndir, so vit kunnu vísa øllum umheiminum søguligu løtuna fríggjamorgunin 20. mars 2015.

Sí hvussu tú gert niðanfyri

Hvussu fyrireikar tú teg? Hvussu sær tað út, har tú ætlar tær at verða? Hvørjum ert tú saman við søguligu løtuna? Hvussu sær sólarmyrkingin út, har tú verður? Gert tú okkurt serligt burturúr?

Tú ert vælkomin at vísa okkum myndir bæði frá fyrireikingunum áðrenn søguligu løtuna, eins og vit fegin vilja vísa okkara lesarum, hvussu tað sá út, tá fulla sólarmyrkingin rakti Føroyar.

Soleiðis gert tú

Fyri at vit kunnu vísa tínar myndir í myndasavninum, mást tú taka niður appina Instagram á tína fartelefon, hevur tú hana ikki frammanundan.

Tak niður Instagram til iPhone her: Instagram on App Store

Tak niður Instagram til Android her: Instagram for Android

Soleiðis sendir tú myndir til savnið

Tað er umráðandi, at tú frámerkir myndirnar #FaroeIslandsEclipse tá tú sendir myndirnar í savnið hjá okkum umvegis Instagram.

1. Stovna tær ein brúkara hjá Instagram á annaðhvørt heimasíðuni instagram.com ella á appini, har tú síðan skalt innrita teg.

2. Tendra appina á fartelefonini og vel funktiónina at taka mynd við. Blái knøtturin í miðjuni á myndini her:

3. Tak myndina við at trýsta á bláa rundingin tá myndatól funktiónin er klár, sum á myndini niðanfyri her:

4. Skriva ein stuttan tekst, og minst til at frámerkja myndina #FaroeIslandsEclipse, sum dømið niðanfyri her vísir. Vel bláa V-teknið ovast til høgru:

So er myndin send til Instagram, haðani okkara myndasavn fær myndirnar. Innkomnu myndirnar fara vit at vísa tær á kvf.fo/eclipse.

Góð ráð

Vit kunnu ikki tryggja, at tað verður gott veður, at himmalin verður klárur og at tú fært frítt útsýni til sólina fríggjamorgunin 20. mars, tá løtan verður avmyndað.

Vit kunnu tó geva tær tey ráðini, at royna at fáa umhvørvið og fólk við á myndirnar, soleiðis at tað ikki bert verða myndir av sjálvari sólini, fer hon at síggjast.

Kunnu fólk á myndunum eyðmerkjast, eigur tú at fáa loyvi frá teimum, áðrenn tú sendir myndirnar inn og tær koma í myndasavnið á kvf.fo

Gloym ikki at njóta løtuna, tá full sólarmyrking verður, hóast tú tekur myndir til myndasavnið, vit ætla skal verða tað størsta í Føroyum higartil á netinum.

Vit halda okkum til galdandi reglur

Kringvarp Føroya goymir ongar myndir á okkara egna teldukervi. Vit halda okkum til galdandi reglugerðir hjá Instagram, ið eru galdandi fyri triðjapart.

Myndasavnið, ið kemur á kvf.fo, vísir myndirnar, ið liggja á ambætarum hjá Instagram og ikki á ambætarum hjá okkum í Kringvarpinum.

Myndirnar verða vístar eftir galdandi reglugerð hjá Instagram, ið eru ásettar í Instagram API Terms of Use.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887