Loyvið viðgerast av nýggjum

Loyvið viðgerast av nýggjum
Heilsufrøðiliga starvsstova skal viðgera loyvið av nýggjum, sum Marine Harvest fekk at seta út smolt í tveimum aliøkjum í Sundunum samstundis
Heilsufrøðiliga starvsstova skal viðgera loyvið av nýggjum, sum Marine Harvest fekk at seta út smolt í tveimum aliøkjum í Sundunum samstundis (myndin hevur ikki samband við ítøkiliga málið)
 
05.03.2015 - 14:41

Vinnukærunevndin hevur biðið Heilsufrøðiligu starvsstovu viðgera loyvið av nýggjum, sum Marine Harvest fekk at seta út smolt í tveimum aliøkjum í Sundunum samstundis.

Ein hummarafiskari kærdi til Vinnukærunevndina. Orsøkin til kæruna var, at alarin fekk annað økið at brúka sum skiftisøki til hitt økið, tað er tí, fiskur skuldi ikki vera í báðum økjum í senn.

Loyvið varð kært

Talan er um økini, sum eita A-32, tað er við Fossá, og A-87, sum er úti fyri Haldarsvík. Tá Heilsufrøðiliga starvsstovan gav loyvi til at ala í báðum økjum í senn, varð kært.

Vinnukærunevndin sigur, at tá treytirnar fyri loyvinum at brúka aliøki verða broyttar, og tað kann gera, at umhvørvið verður dálkað, og kann órógva hummaraveiðuna, skal ætlanin um broytingina sendast til hoyringar.

Og, sigur Vinnukærunevndin so, Heilsufrøðiliga starvsstova átti at spurt Fiskimálaráðið, sum umsitur hummarloyvini, Umhvørvisstovuna, Hummarafelagið og hummarafiskararnar har norðuri í Sundunum.

Avgerðin sendast til hoyringar

Tá hetta ikki gjørt í hesum máli, hevur Vinnukærunevndin avgjørt at heimvísa málið til Heilsufrøðiligu starvsstovuna til nýggja viðgerð, stendur í niðurstøðuni hjá Vinnukærunevndini.

Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, sigur, at tey fara nú at viðgera málið av nýggjum og senda avgerðina til hoyringar. Marine Harvest fekk loyvi at brúka bæði økini har norðuri í Sundunum aftur fyri ikki at seta út fisk við Veðranes.

Hetta varð gjørt í royndunum at tálma lúsapláguni í Sundalagnum, sigur Bárður Enni. Hann sigur, at málið hevði skund, og tí varð tað ikki sent til hoyringar tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (3:3)
172858