Altjóða svimjiluttøka á politiskum stigi

Altjóða svimjiluttøka á politiskum stigi
Landsstýrismaðurin í mentamálum og ÍSF forsetin hava tosað við forsetan í olympisku nevndini um føroyskan limaskap
Landsstýrismaðurin í ítróttarmálum, Bjørn Kalsø, tosar við Fríðrik, krúnprins. Fríðrikur er limur í altjóða olympisku nevndini
Mynd: mmr.fo  
 
06.03.2015 - 10:42

Føroyar sleppa ikki at luttaka í evropeisku leikunum í Baku Í Aserbadjan í summar. Fyriskipararnir vilja ikki vita av Føroyum, tí vit hava ikki olympiskan limaskap.

Evropeisku leikirnir minna nógv um olympisku leikirnar, men tó eru bara evropeisku londini við.

Skal til dømis Pál Joensen luttaka, má hann kappast undir donskum flaggi.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í ítróttarmálum og Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti, royndu í gjár at ávirka støðuna.

Á stórari ítróttarráðstevnu í Keypmannhavn í gjár tosaðu teir við Thomas Back, sum er forseti í altjóða olympisku nevndini IOC.

Prátið snúði seg um aktuellu trupulleikarnar hjá føroyskum ítrótti í altjóða høpi. Føroyar sleppa ikki at luttaka í Baku, og Føroyar fáa sum er ikki olympiskan limaskap, hóast vit hava ítróttarfólk, sum kunnu kappast við tey bestu í heiminum.

Avmarkingarnar eru ikki bara galdandi fyri føroyskar svimjarar, men fyri øll føroysk ítróttarfólk, sum ynskja at kappast fyri Føroyar.

Mentamálaráðið skrivar á heimasíðuni, at somu avbjóðingar vórðu umrøddar við Fríðrik krúnprins, sum er nevndarlimur ó altjóða olympisku nevndini, IOC.

Landsstýrismaðurin legði dent á, at føroyskur ítróttur ikki missur vunnin rættindi at luttaka í altjóða kappingum undir føroyskum flaggi, nú tað sær út til, at fleiri altjóða kappingar verða skipaðar við altjóða olympisku meginreglunum.

Mentamálaráðið skrivar, at í næstum verður fundur millum løgmann og Thomas Bach, forseta í IOC, har føroyska ynski um limaskap í olympiska felagsskapinum og avmarkingarnar hjá okkum at luttaka í altjóða kappingum undir IOC eisini eru á skránni.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (2:2)
172480
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172951
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. mars
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
172949
Hósdag 28. mars
Skírhósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584