Sirið og Gunvør: Skúlar eiga at fáa frí

bannari
Sirið og Gunvør: Skúlar eiga at fáa frí
Sirið Stenberg og Gunvør Balle siga, at tað er burturvið, at dagurin, tá sólarmyrking er, ikki er frídagur hjá skúlanæmingum
 
09.03.2015 - 11:32

Løgtingskvinnurnar, Sirið Stenberg og Gunvør Balle, vilja hava Bjørn Kalsø, landsstýrismann, at endurskoða avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu 20. mars, tá sólarmyrking er. 

Tær hava sett Bjørn Kalsø fyrispurning um málið.

Sirið Stenberg og Gunvør Balle siga, at sólarmyrking er ein so serstøk hending, sum ongin okkara, ið nú er á lívi, fara at uppliva hana aftur í Føroyum. 8.000 ferðafólk koma til landið at uppliva hetta sjáldsama fyribrigdið, og tá tykist tað heilt burturvið, at hesin dagur ikki er lýstur sum almennur frídagur hjá skúlanæmingum, siga tær í viðmerkingunum til fyrispurningin.

Summir skúlar gera nógv burturúr og skipa fyri felags tiltøkum, og aðrir ætla at undirvísa sum vanligt, tí námsætlanin skal haldast. Nógvir skúlar og lærarar kenna seg ótryggar við at hava ábyrgd av, at børnini eru í verndarbrillum, og at tey sum heild fáa eina so minniliga og serstaka uppliving sum møguligt, siga Sirið Stenberg og Gunvør Balle.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819