Lars Olsen: Rumenia er sterkasta liðið í bólkinum

Lars Olsen: Rumenia er sterkasta liðið í bólkinum
Landsliðsvenjarin væntar ein torføran dyst móti Rumenia
 
26.03.2015 - 21:26

- Síðani vit vunnu ímóti Grikkaland, havi eg sæð fram til hendan dystin, og eg gleði meg. Kunnu vit koma upp á sama støði, sum ímóti grikkum, so er væl møguligt, at vit fáa eitt gott úrslit aftur hesaferð, sigur Lars Olsen við fsf.fo

Síðani mánadagin hevur føroyska A-landsliðið fyrireikað seg í Farum í Norðursælandi til týdningarmikla EM-undankappingardystin ímóti Rumenia. Lars Olsen heldur, at Rumenia er besta liðið í bólkinum:

- Rumenar hava í løtuni eitt rættuliga gott landslið, og beint nú eru teir uttan iva besta liðið í okkara bólki. Eg rokni eisini við, at teir fara at leggja stórt trýst á føroyska málið frá fyrsta bríksli.

- Í spælistíli líkjast teir eitt sindur grikkum. Tí skulu vit vera væl fyrireikaðir til hesa stóru uppgávu, og tað haldi eg eisini, at vit eru, sigur Lars Olsen við fsf.fo

Føroyar og Rumenia spæla sunnudagin klokkan 17:00.

Sjónvarpið vísir dystin beinleiðis. Byrjað verður klokkan 16.45.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585