Bunkring á flogvøllinum meldað

Bunkring á flogvøllinum meldað
Í fyrstu atløgu er líkt til, at Vága floghavn hevur brotið reglurnar um eldhættisligt virksemi. Málið er tó ikki liðugt kannað
Brunaeftirlitið meldaði 19. november í fjør Vága Floghavn fyri at bróta reglurnar um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum
 
27.03.2015 - 09:45

Men tað er kortini ikki endaliga niðurstøðan, tí málið er ikki liðugt. Og tað er ikki bara sum at siga tað at enda málið, tí einki fordømi er í Føroyum og kanska heldur ikki í Danmark, sigur Martin Gravesen, varafúti.

Brunaeftirlitið meldaði tann 19. november í fjør Vága Floghavn fyri at bróta reglurnar um eldhættisligt virksemi á flogvøllinum. Politiið hevur kannað málið og fyribils er líkt til, at reglurnar eru brotnar.

Einki fordømi í Føroyum

Í sambandi við møguliga revsing er støðan trupul. Tí einki fordømi er í Føroyum og enn hevur ikki borið til at finna nakað, sum líkist, í Danmark. Men bæði fútaembætið og Vørn, sum hevur Brunaeftirlitið, hava spurt í Danmark og bíða nú eftir svari haðani.

Brunaeftirlitið gav Vága floghavn forboð fyri at brúka nýggju bunkringarstøðini hjá flogførunum, tí Brunaeftirlitið hevði ikki góðkent tey. Tá Brunaeftirlitið helt seg við vissu vita, at flogførini kortini bunkraðu har og tí brutu forboðið, meldaði politiið Vága Floghavn.

Vága Floghavn hevur síðani boðað Brunaeftirlitinum frá, at bunkringarstøðini verða ikki brúkt longur, og at tað var eitt mistak, at tey vórðu brúkt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652