Fjølmiðlanevndin finst at málburðinum

Fjølmiðlanevndin finst at málburðinum
Málburðurin var ikki í tráð við góðan fjølmiðlasið, sigur Fjølmiðlanevndin, ið hevur viðgjørt eina kæru hjá Kringvarpinum um eina sending á Rás 2
Málburðurin í eini útvarpssending í Rás 2 14. juni í fjør, var ikki í lagi, staðfestir Fjølmiðlanevndin í niðurstøðu
 
27.03.2015 - 16:28

Kringvarpið kærdi í fjør eina sending á Rás 2. Tíðindaleiðarin í Kringvarpinum helt, sendingin er í stríð við journalistiskar meginreglur, so sum sakligheit, óheftni og konstruktiva viðgerð av samfelagsmálum.

Fjølmiðlanevndin heldur ikki, grundarlag er fyri at finnast at júst hesum viðurskiftum, Kringvarpið kærdi um. Í niðurstøðuni tekur Fjølmiðlanevndin ikki greiða støðu til journalistiska handverkið í sendingini.

Málburðurin í sendingini hjá Óla Breckmann, ið varð send á Rás 2 14. juni 2014, var ikki í lagi, staðfestir Fjølmiðlanevndin í niðurstøðuni til kæruna hjá Kringvarpinum.

Sí avgerðina her: Viðvíkjandi kæru til Fjølmiðlanevndina (PDF-skjal, letur upp í nýggjum kaga)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887