- Vit hava ábyrgd fyri okkara børnum

- Vit hava ábyrgd fyri okkara børnum
Soleiðis sigur Jørgen Niclasen í samband við framløguna av fíggjarkørmunum fyri 2016 úr Fíggjarmálaráðnum í morgun
útreiðsluvøksturin má tálmast og nýggj inntøkutiltøk skulu fremjast
 
28.03.2015 - 11:36


Yvirskot skal verða á fíggjarlógini í 2016, soleiðis sum samgongan setti sær fyri í 2011.

Eftir ætlan skal avlop á 56 milliónir krónu fáast til vega við einum samlaðum inntøkuvøkstri uppá 4,9% í 2016. Vinnan skal fíggja tann vøksturin. 

Eykarokning skal ikki sendast út til "føroyska húsarhaldið", og vælferðin í føroyska samfelagnum skal varðveitast. Soleiðis segði Jørgen Niclasen landstýrismaður í fíggjarmálum á tíðindafundinum í samband við at fíggjarkarmarnir vórðu lagdir fram í morgun.  

Yvirskot á fíggjarlógini í 2016

Sambært fíggjarmálaráðnum eru tað 1000 fleiri fólk í starvi í Føroyum í tíðarskeiðnum 2011-2014. Arbeiðsloysi er lækkað úr 7% til 3,2%, og nettofráflyting er broytt til eina nettotilflyting við einum samlaðum fólkatalsvøkstri uppá 440 fólk. 

Inntøkurnar í landskassan eru í tíðarskeiðnum 2011-2014 vaksnar við 481 milliónum krónum, ímeðan útreiðslurnar einans eru øktar við 181,3 milliónum krónum, tískil skuldi ætlandi yvirskotið í í 2016 verða gjørligt við verandi búskapargongd, sigur Jørgen Niclasen. 

Kristina Háfoss, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, fegnast um framgongdina í uppsjóvar- og alivinnuni, um lágu rentuna og lágar oljuprísir. Hetta er gott grundarlag fyri at venda gongdini á fíggjarlógini, sigur hon. Men hon helt lítið um framløguna av fíggjarkørmunum.

- Um hugt verður eftir hvat er hent í valskeiðnum, so er veruleikin tann, at mann hevur koyrt við søguliga stórum hallum. Samalagt í valskeiðnum hevur mann nokk økt skuldina upp ímóti einari milliard, sigur Kristina Háfoss

Sminkað tøl hjá samgonguni

Við fyrstu skjótu gjøgnumgongd av fíggjarkørmunum heldur Kristina Háfoss, at tølini síggja sminkaði út. Millum annað verður roknað við inntøkum uppá 100 milliónir krónur, men tað verður ikki útgreinað, hvar pengarnir skulu koma frá.

At finna pengarnir, verður sostatt upp til komandi samgongu, sigur Kristina Háfoss. 

 

Síggj alla framløguna av fíggjarkarminum fyri 2016 her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887