Tað verður torført í Rumenia

Tað verður torført í Rumenia
Lars Olsen væntar ein torføran dyst. Landsliðið er skert, tí tríggir royndir spælarar eru ikki við
Lars Olsen, landsliðsvenjari, væntar ein torføran dyst móti Rumenia.
Mynd: Savnsmynd  
 
29.03.2015 - 11:12

Seinnapartin spælir A-landsliðið í fótbólti á útivølli móti Rumenia og verður leiktur á Ilie Oana Stadion í býnum Ploiesti klokkan fimm í dag.

Lars Olsen, landsliðsvenjari, væntar sær ein sera torføra dyst - serliga tí at tað verður eitt skert landslið, sum fer á vøllin í dag. 

Tríggir av berandi leikarunum seinastu árini eru IKKI við. Talan er um miðvallararnar Fróða Benjaminsen, ið eisini er liðskipari, og Hallur Hansson, og so verjuleikaran Jónas Tór Næs. 

Landsliðsvenjarin viðgongur, at hetta hevur givið honum nakað at hugsa um. Men dysturin móti Rumenia er fyrsti dysturin hjá landsliðnum síðan sigurin á Grikkalandi, og tað kann landsliðsvenjarin brúka til at seta liðið upp.

Gjørdu gjøldur burtur úr føroysku spælarunum

Enn er ikki greitt, hvørjir leikarar byrja inni móti Rumenia. Men á tíðindan fundinum í gjár noyddist føroyski landsliðsvenjarin at geva rumensku tíðindafólkunum av grovfílini.

Sambært tíðindaportalinum in.fo, gjørdu rumensku tíðindafólkini gjøldur burtur úr tí sannroynd, at føroysku spælarunum hava vanlig arbeiði viðsíðuna av fótbóltinum. 

- Spælararnir í Føroyum liva eitt hart lív í Atlantshavinum, har teir bæði arbeiða og spæla fótbólt, hartaði Lars Olsen, landsliðsvenjari, rumensku tíðindafólkini.

Dysturin á útivølli móti Rumenia verður vístur í sjónvarpinum klokkan 16:45.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652