Her er nýggi verturin í The Daily Show

Her er nýggi verturin í The Daily Show
Ein 31 ára gamal suðurafrikanari avloysir Jon Stewart, ið var vertur í vælumtóktu sjónvarpssendingini, The Daily Show
31 ára gamli suðurafrikanarin, Trevor Noah, verður nýggjur vertur í sjónvarpssendingini, The Daily Show
Mynd: Twitter  
 
30.03.2015 - 14:25

Amerikanska sjónvarpsstøðin, The Comedy Channel, hevur nú funnið avloysaran hjá Jon Stewart, ið var vertur í sendingini The Daily Show í 16 ár.

Nýggjur vertur í The Daily Show verður 31 ára gamli Trevor Noah, ið er ættaður úr Suðurafrika, skrivar The New York Times á netinum fyri løtu síðani.

Greinin heldur fram niðanfyri

Trevor Noah hevur sjálvur eisini váttað tíðindini á Twitter fyri hálvum tíma síðani. Har sigur hann, tað helst ikki verður nøkur løtt uppgáva at lyfta arvin eftir Jon Stewart.

Sjónvarpssendingin, The Daily Show, hevur verið víst síðan 1996. Trevor Noah verður bert tann triði verturin hesi 20 árini, sjónvarpsrøðin hevur verið til.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Fríggjadag 19. apríl
Góðan morgun Føroyar
173942
Fríggjadag 19. apríl
«Eg eri vegurin og sannleikin og lívið»
173937
Fríggjadag 19. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 19. apríl 2024
173396
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887