Skúladepilin: Ein avbjóðing at halda byggitíðina

Skúladepilin: Ein avbjóðing at halda byggitíðina
Landsverk, sum er byggiharri, metir tó framvegis, at skúladepilin kann vera liðugur til ásetta tíð - á summri næsta ár
 
01.04.2015 - 11:43

Arbeiðið við skúladeplinum í Marknagili er seinkað, men Landsverk metir, at skúlin kortini verður liðugur til tíðina. 

Tað var fyrst í desember í fjør, at eftirlitið hjá Landsverki staðfesti, at útrokningar hjá verkfrøðingunum Lemming & Eriksson í Danmark vóru skeivar. 

Nakrir betongveggir í trappurúmum vóru ov smalir og skuldu gerast av nýggjum, og tað hevur seinkað arbeiðinum. Landsverk metti, at mistakið fór at seinka arbeiðinum tveir mánaðir.

Palli Henriksen, verkætlanarleiðari hjá Landsverki fyri skúladepilin í Marknagili, váttar, at arbeiðið er seinkað. 

Men hann leggur dent á, at Landsverk ger alt fyri at vinna mistu tíðina innaftur, so skúladepilin verður klárur til tíðina.

Tað ber tó ikki til enn at siga, um hetta fer at eydnast, sigur hann. 

Greina tíðarætlan

Tað ber fyrst til at siga um mánaðarskifti juni/juli, og Landsverk arbeiðir í løtuni við at greina tíðarætlanina, sigur Palli Henriksen. 

Tað er ikki bara mistakið hjá Lemming og Eriksson, sum hevur darvað arbeiðinum. Vánaliga veðrið í vetur hevur eisini seinkað arbeiðinum, sigur hann. 

Skúladepilin í Marknagilsdeplinum skal eftir ætlan standa liðugur á summri næsta ár. Landsverk metir framvegis, at tíðarætlanin fer at halda. Men tað kann í ringasta føri fara at knípa. Tí hevur Landsverk sett øll segl til, so mista arbeiðstíðin verður vunnin innaftur sum skjótast. 

Tríggir møguleikar

Tríggir møguleikar eru: At kalla fleiri fólk til arbeiðis, at fólkini hava longri arbeiðsdagar, og at stoypa skjótari, sigur Palli Henriksen. 

Tað er Mentamálaráðið, sum er eigari av skúladeplinum í Marknagili, og Landsverk kunnar regluliga myndugleikarnar um gongdina í málinum. 

Ein bygginevnd við umboðum fyri miðnámsskúlarnar í Havn og Mentamálaráðið fylgir arbeiðinum. Fyri góðum mánaði síðani var kunnandi fundur í byggivendini, og har kunnaði Landsverk um gongdina í málinum. 

Niðurstøðan á fundinum var, at Landsverk framvegis metir, at skúladepilin, hóast truplar umstøður, veðrur klárur á summri í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk 18.apríl 2024
173152
Hósdag 18. apríl
RagnarRokk: Walter Trout um Broken
173150
Hósdag 18. apríl
Jazzofonin 18. apríl 2024
173917
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819