Róp og bannarí: Hetta sást tú ikki í Degi & viku

Róp og bannarí: Hetta sást tú ikki í Degi & viku
Tað gekk ikki eftir vild hjá Degi & viku, tá eitt innslag skuldi sendast beinleiðis hóskvøldið. Føroyaportalurin sigur seg vita, hvat veruliga hendi
Tað gekk ikki stillisliga fyri seg, tá teknikkurin argaði, tá eitt beinleiðis innslag varð sent í Degi & viku hóskvøldið
Mynd: KvF  
 
17.04.2015 - 08:33

- Rólaaaant, Rólaaaaaaant, Rólaaant, tú ert á, for helviti!

Soleiðis rópti framleiðarin í sjónvarpstíðindunum í Degi & viku, tá framleiðslan óvæntað fór eftir liðini hóskvøldið.

Sí upptøkuna niðanfyri

Rólant Waag Dam var á Reinsarínum í Havn, har sent varð beinleiðis frá tiltakinum "Orð og tónar." Teknikkurin argaði, og ljóðið hoyrdist ikki so væl.

Øði kom í framleiðaran, ið áhaldandi royndi at fáa fatur á tíðindamanninum í Reinsarínum, heldur í øllum førum Føroyaportalurin, ið er kendur fyri at venda øllum á høvdið.

 
Dagur og Vika í Reinsaríinum

BREAKING: Her er ósensureraða útgávan av innslagnum frá Reinsaríinum í Degi og Viku í kvøld.

Posted by Føroyaportal on 16. apríl 2015

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 23. apríl
Morgunlestur týsdagur 23. apríl 2024
173491
Mánadag 22. apríl
Mín síðsta deadline (1:6)
174044
Mánadag 22. apríl
Norðurljóð 22.apríl 2022
174072
Mánadag 22. apríl
Útlit fyri enn einum rakári hjá Dan
174067
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012
Sunnudag 21. apríl
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
174010
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964